• Við vakmyndatólum betra vit um trygdina


Tøkni

Við atliti til at betra um trygd og minka um skaða og svinn, veitir ANSNI ávaringarskipanir, vakmyndatól og elektroniskar lásaskipanir. Okkara tøkningar eru serkønir innan trygdartøkni. Vit veita tær holla ráðgeving um slag og samanseting av skipan, seta skipanir upp og veita fylgjandi eftirlit og tænastu. Trýst her fyri at síggja okkara úrval av trygdartøkni.

Ávaringarskipan – Vinna


Vilt tú tryggja tína fyritøku og tíni starvsfólk, kunnu vit veita tykkum ávaringarskipanir, og soleiðis økja um trygdina. Vit umboða bæði ABA (Automatisk BrandAlarmering) og aðrar ávaringarskipanir.

Dømi um ávaringarskipanir eru:

  • Ávaring móti innbroti
  • Ávaring móti eldi, gass-lekum og vatn-lekum
  • Ávaring móti herverki
  • Ávaring móti broytingum í hita/kulda viðurskiftunum, og aðrar tøkniligar ávaringarskipanir

Ávaringarskipanir, ið vit seta upp, hava tilknýti til ein statsgóðkendan ávaringarsentral í Danmark, eins og okkara Callsentur, sum beinanvegin gevur tykkum boð, um ávaringarskipanin fer í gongd.

Eisini kunnu vit senda trygdarvørð á staðið at eftirkanna hvat, ið er áfatt, og tekur neyðug stig til at fyribyrgja skaða á starvsfólk, bygning og útgerð.
Okkara trygdarvørðar hava brandskeið og skeið í fyrstuhjálp, og útgerð til at sløkkja eld og veita fyrstuhjálp.

Umframt, at danski kontrolsentralurin og okkara Callsentur ansa eftir ávaringarskipani, hevur tú møguleika at móttaka SMS, um alarmur gongur, eins og atgongd til beinleiðis logg umvegis kunda-login á okkara heimasíðu.

Ávaringarskipan – Heima


Ynskir tú at betra um trygdina heima, í summarhúsinum ella í bátinum, kunnu vit ráðgeva tær og seta upp eina ávaringarskipan.

Skipanin er tráðleys, hevur eitt snøgt snið og er sera brúkara-vinarlig:
Skipanin, ið vit umboða, er frá Electronics-Line, og kallast iConnect 2-Way. Hon er ætlað privatfólki, og er tí snøgg og løtt at brúka

Stýring frá fartelefonini:
Samband umvegis servara ger tað møguligt hjá brúkarum at fjarstýra ávaringarskipanini umvegis eina APP, ella online.

Vakmyndir á fartelefonina:
Eisini ber til at knýta vakmyndatól at APPini, so tú sært vakmyndina á telefonini.

Fráboðan umvegis sms/teldupost/uppkall:
Um alarmur gongur, kann skipanin senda tær teldupost, sms ella telefon uppkall.

Ver vælkomin at ringja til okkara á +298 606060, ella send ein teldupost til tokni@ansni.fo, og hoyr nærri um ávaringarskipan til heimið.

Les meira her um iConnect 2-Way ávaringarskipanina.

Vakmyndatól


Ynskir tú at betra um trygdina og effektivitetin á tíni fyritøku, kunnu vakmyndatól vera eitt hent amboð.

Vit seta vakmyndaskipanir upp og viðlíkahalda tær. Tú avgerð, um tú vilt keypa ella leiga útgerðina frá okkum.

Dømi um fyrimunir við at hava vakmyndatól eru:

  • Fyribyrgjan av stuldri, herverki og øðrum óynsktum hendingum
  • Betra um trygdina hjá starvsfólki
  • Minni svinn
  • Skjalprógvan av hvat fór fram, um innbrot ella annað óheppið er farið fram

Ver vælkomin at ringja til okkara á telefon +298 606060, og fá meira at vita um vakmyndatól.

Áðrenn vit kunnu seta tykkum vakmyndatól upp, er neyðugt, at tit hava fingið loyvi frá Dátueftirlitinum at hava vakmyndatól. Hetta loyvið skal søkjast um av tykkum, men vit hjálpa fegin við umsóknini. Leinkja til umsókn til Dátueftirlitið er at finna her.

Tá vakmyndatól eru sett upp, skulu frámerki vera sjónlig, sum siga frá, at vakmyndatól eru. Hetta er eitt lógarkrav, og hetta gera vit sjálvandi fyri tykkum.

Tær vakmyndatól skipanir, ið vit umboða, eru sera framkomnar, bæði tá tað snýr seg um dygd, trygd og myndagóðsku. Skipanirnar eru av ymiskum slag, – eitt nú náttarvakmyndatól, og seta vit skipanina saman júst eftir tørvinum hjá tíni fyritøku.

Elektronisk lásaskipan


Ynsir tú at betra um trygdina og effektivitetin á tíni fyritøku, virki, stovni ella skúla, kann ein elektronisk lásaskipan vera ein munadygg loysn.

Dømi um fyrimunir við elektroniskari lásaskipan eru:

  • Hurðar kunnu læsast og opnast sjálvvirkandi, til ásettar tíðir
  • Betra um trygdina við, at tú altíð hevur stýring á hvør hevur atgongd hvar, og nær
  • Minka um lása- og lyklaútreiðslur í sambandi við tá folk fara úr starvi
  • Betra um trygdina, og minka um lása- og lyklaútreiðslur í sambandi við burturmistar lyklar. Burturmisti lykilin verður gjørdur óvirkin

Ein elektronisk lásaskipan gevur tær, stutt sagt, stýring á hvør er hvar, og nær.

Hava tit TotalView skipanina, ber eisini til at nýta elektroniska lykilin at stempla inn og út við, heldur enn at tøppa inn loyniorð. Ein skjót og smidlig loysn.

Elektronisku lásaskipanir, ið vit umboða, eru frá KABA, ið er ein fyritøka, ið hevur 150 ára royndir á baki. KABA eru kendir fyri dygd, snið og trygd.

Les meira um elektronisku KABA lásaskipanina her. (á enskum)
Faldari um KABA Evolo Faldari um KABA Touchgo (á donskum)

Ver vælkomin at ringja til okkara á +298 606060, og fá meira at vita um elektroniskar lásaskipanir.

Eisini ber til at senda okkum ein teldupost á tokni@ansni.fo

Yvirvaking av alarmum


Altíð árvaki
Vit eru altíð tilbúgvin og til reiðar, tá ávaringin kemur. Vit yvirvakja tína ávaringarskipan alt samdøgrið.Talan kann vera um ávaring um álop, innbrot, royk, hita/kulda, gass, vatnleka, koltvíiltu og aðrar ávaringarskipanir.

Tvíføld trygd
Ávaringarskipanirnar, ið vit seta upp, hava tilknýti til ein góðkendan ávaringardepil í Danmark, umframt okkara egna tilbúgvingardepil, sum beinanvegin gevur tykkum boð, um ávaringarskipanin fer í gongd.

Slepp undan óneyðugum órógvi
Vit kunnu senda okkara trygdarvørðar út at eftirkanna, hví tín ávaringarskipan fer í gongd. Er eitthvørt áfatt, taka vit neyðug stig til at fyribyrgja skaða á starvsfólk, bygningar og tól, og ringja eftir sløkkiliði og løgreglu, tá mett er neyðugt. Okkara trygdarvørðar kunnu veita fyrstuhjálp, og somuleiðis hava teir venjing og útgerð at sløkkja minni eldar.


  • Vilt tú tryggja tína fyritøku og tíni starvsfólk, kunnu vit veita tykkum ávaringarskipanir, og soleiðis økja um trygdina. Vit umboða bæði ABA (Automatisk BrandAlarmering) og aðrar ávaringarskipanir.

    Dømi um ávaringarskipanir eru:

    • Ávaring móti innbroti
    • Ávaring móti eldi, gass-lekum og vatn-lekum
    • Ávaring móti herverki
    • Ávaring móti broytingum í hita/kulda viðurskiftunum, og aðrar tøkniligar ávaringarskipanir

    Ávaringarskipanir, ið vit seta upp, hava tilknýti til ein statsgóðkendan ávaringarsentral í Danmark, eins og okkara Callsentur, sum beinanvegin gevur tykkum boð, um ávaringarskipanin fer í gongd.

    Eisini kunnu vit senda trygdarvørð á staðið at eftirkanna hvat, ið er áfatt, og tekur neyðug stig til at fyribyrgja skaða á starvsfólk, bygning og útgerð.
    Okkara trygdarvørðar hava brandskeið og skeið í fyrstuhjálp, og útgerð til at sløkkja eld og veita fyrstuhjálp.

    Umframt, at danski kontrolsentralurin og okkara Callsentur ansa eftir ávaringarskipani, hevur tú møguleika at móttaka SMS, um alarmur gongur, eins og atgongd til beinleiðis logg umvegis kunda-login á okkara heimasíðu.


  • Ynskir tú at betra um trygdina heima, í summarhúsinum ella í bátinum, kunnu vit ráðgeva tær og seta upp eina ávaringarskipan.

    Skipanin er tráðleys, hevur eitt snøgt snið og er sera brúkara-vinarlig:
    Skipanin, ið vit umboða, er frá Electronics-Line, og kallast iConnect 2-Way. Hon er ætlað privatfólki, og er tí snøgg og løtt at brúka

    Stýring frá fartelefonini:
    Samband umvegis servara ger tað møguligt hjá brúkarum at fjarstýra ávaringarskipanini umvegis eina APP, ella online.

    Vakmyndir á fartelefonina:
    Eisini ber til at knýta vakmyndatól at APPini, so tú sært vakmyndina á telefonini.

    Fráboðan umvegis sms/teldupost/uppkall:
    Um alarmur gongur, kann skipanin senda tær teldupost, sms ella telefon uppkall.

    Ver vælkomin at ringja til okkara á +298 606060, ella send ein teldupost til tokni@ansni.fo, og hoyr nærri um ávaringarskipan til heimið.

    Les meira her um iConnect 2-Way ávaringarskipanina.


  • Ynskir tú at betra um trygdina og effektivitetin á tíni fyritøku, kunnu vakmyndatól vera eitt hent amboð.

    Vit seta vakmyndaskipanir upp og viðlíkahalda tær. Tú avgerð, um tú vilt keypa ella leiga útgerðina frá okkum.

    Dømi um fyrimunir við at hava vakmyndatól eru:

    • Fyribyrgjan av stuldri, herverki og øðrum óynsktum hendingum
    • Betra um trygdina hjá starvsfólki
    • Minni svinn
    • Skjalprógvan av hvat fór fram, um innbrot ella annað óheppið er farið fram

    Ver vælkomin at ringja til okkara á telefon +298 606060, og fá meira at vita um vakmyndatól.

    Áðrenn vit kunnu seta tykkum vakmyndatól upp, er neyðugt, at tit hava fingið loyvi frá Dátueftirlitinum at hava vakmyndatól. Hetta loyvið skal søkjast um av tykkum, men vit hjálpa fegin við umsóknini. Leinkja til umsókn til Dátueftirlitið er at finna her.

    Tá vakmyndatól eru sett upp, skulu frámerki vera sjónlig, sum siga frá, at vakmyndatól eru. Hetta er eitt lógarkrav, og hetta gera vit sjálvandi fyri tykkum.

    Tær vakmyndatól skipanir, ið vit umboða, eru sera framkomnar, bæði tá tað snýr seg um dygd, trygd og myndagóðsku. Skipanirnar eru av ymiskum slag, – eitt nú náttarvakmyndatól, og seta vit skipanina saman júst eftir tørvinum hjá tíni fyritøku.


  • Ynsir tú at betra um trygdina og effektivitetin á tíni fyritøku, virki, stovni ella skúla, kann ein elektronisk lásaskipan vera ein munadygg loysn.

    Dømi um fyrimunir við elektroniskari lásaskipan eru:

    • Hurðar kunnu læsast og opnast sjálvvirkandi, til ásettar tíðir
    • Betra um trygdina við, at tú altíð hevur stýring á hvør hevur atgongd hvar, og nær
    • Minka um lása- og lyklaútreiðslur í sambandi við tá folk fara úr starvi
    • Betra um trygdina, og minka um lása- og lyklaútreiðslur í sambandi við burturmistar lyklar. Burturmisti lykilin verður gjørdur óvirkin

    Ein elektronisk lásaskipan gevur tær, stutt sagt, stýring á hvør er hvar, og nær.

    Hava tit TotalView skipanina, ber eisini til at nýta elektroniska lykilin at stempla inn og út við, heldur enn at tøppa inn loyniorð. Ein skjót og smidlig loysn.

    Elektronisku lásaskipanir, ið vit umboða, eru frá KABA, ið er ein fyritøka, ið hevur 150 ára royndir á baki. KABA eru kendir fyri dygd, snið og trygd.

    Les meira um elektronisku KABA lásaskipanina her. (á enskum)
    Faldari um KABA Evolo Faldari um KABA Touchgo (á donskum)

    Ver vælkomin at ringja til okkara á +298 606060, og fá meira at vita um elektroniskar lásaskipanir.

    Eisini ber til at senda okkum ein teldupost á tokni@ansni.fo


  • Altíð árvaki
    Vit eru altíð tilbúgvin og til reiðar, tá ávaringin kemur. Vit yvirvakja tína ávaringarskipan alt samdøgrið.Talan kann vera um ávaring um álop, innbrot, royk, hita/kulda, gass, vatnleka, koltvíiltu og aðrar ávaringarskipanir.

    Tvíføld trygd
    Ávaringarskipanirnar, ið vit seta upp, hava tilknýti til ein góðkendan ávaringardepil í Danmark, umframt okkara egna tilbúgvingardepil, sum beinanvegin gevur tykkum boð, um ávaringarskipanin fer í gongd.

    Slepp undan óneyðugum órógvi
    Vit kunnu senda okkara trygdarvørðar út at eftirkanna, hví tín ávaringarskipan fer í gongd. Er eitthvørt áfatt, taka vit neyðug stig til at fyribyrgja skaða á starvsfólk, bygningar og tól, og ringja eftir sløkkiliði og løgreglu, tá mett er neyðugt. Okkara trygdarvørðar kunnu veita fyrstuhjálp, og somuleiðis hava teir venjing og útgerð at sløkkja minni eldar.

Adblock Detected
Please consider supporting us by disabling your ad blocker