Tilbúgving
ANSNI Tilbúgving hevur til endamáls at betra um førleikan at bjarga lívi, við at veita skeið innan lívbjargan, í breiðastu merking, eins og við at veita hjartastartarar og viðlíkahald av hesum. Vit nýta einans instruktørar, ið eru góðkendir av Dansk Førstehjælpsråd, eins og vit eru limir í ERC (European Resucitation Council). Hetta merkir, at okkara instruktørar halda førleikar sínar viðlíka, og verða regluliga endurgóðkendir av Beredsskabsstyrelsen í Danmark. Sostatt eru skeiðsprógv frá okkum eisini galdandi uttanfyri Føroyar.
FRÁLÆRA INNAN TILBÚGVING
Vilt tú vera væl tilbúgvin, í sambandi við trygd og lívbjargan? Hjá ANSNI kanst tú fáa frálæru innan fleiri øki, ið hava við trygd og lívbjargan at gera.

Trygdarskeið
Lógarbundið trygdarskeið fyri trygdarumboð og leiðsluumboð hjá stovnum og fyritøkum

1. hjálparskeið
Fyrstahjálp í samband við hjartasteðg
Fyrstahjálp í samband við vanlukkur
Fyrstuhjálp í samband við sjúkur

Frálæru um trygd fyri duravørðar og vaktir
Serskeið sambært kunngerð um duravørðar

1. hjálp fyri børn
Tá barnið verður tann fyrsti hjálparin
Hóskandi til børn ið eru frá 3 til 6 ára aldur

Sálarlig 1. hjálp
Skeið í sálarligari fyrstuhjálp og debriefing

Sálarligt arbeiðsumhvørvi
Skeiðið viðgerð tað sálarliga umhvørvi á arbeiðsplássinum

Fyrilestur um trygd í húsarhaldinum
Hetta er eitt skeið ið er ætlað at fyribyrgja óhapp og vandar í einum húsarhaldi
SKRÁSET TÍN
HJARTASTARTARA
Tú kanst vera við til at bjarga lív, við at gera tín hjartastartara sjónligan. Heimasíðan hjartastartari.fo hevur eitt landsumfatandi yvirlit yvir teir hjartastartarar, ið eru skrásettir í Føroyum. Eisini kanst tú her taka niður eina APP, ið vísir tær hvar nærmasti hjartastartari er, í mun til har tú ert staddur.
SKRÁSET HER
HJARTASTARTARI
Hjartastartarin, ið við umboða, er av Japanska dygdarmerkinum NIHON KOHDEN, ið okkara royndu fólk innan sjúkraflutningstænastu geva bestu ummæli. Hann er sera lættur og skjótur at handfara. Hetta hevur størsta týdning í eini akuttari støðu.
Fyrimunir við NIHON KOHDEN hjartastartara:
- Hann hevur eina kontakt, so til ber at skifta millum vaksin/barn
funktión. Tvs, at ikki er neyðugt at skifta elektrodir ella gera aðrar
broytingar, um talan er um eitt barn, ið hevur tørv á hjálpini. - Hann hevur innbygda ávaringarskipan, ið sigur frá, um eitthvørt ikki
virkar, ella skal skiftast.
FRÁLÆRA:
Tá tit keypa hjartastartara frá okkum, veita okkara royndu instruktørar tykkum holla vegleiðing í nýtslu av hjartastartaranum. Herumframt kunnu vit veita tykkum frálæru í fyrstuhjálp, íroknað nýtslu av hjartastartara.
Vit átaka okkum at hava eftirlit við hjartastartaranum, og skifta battarí og elektrodir út fyri tykkum, eftir tørvi. Somuleiðis ráðgeva vit um staðseting, og heingja hjartastartaran upp fyri tykkum.

HEILSUEFTIRLIT
Til ber at fyribyrgja fleiri heilsutrupulleikum, við at kanna heilsuna javnan, so tiltøk kunnu setast í verk, um byrjandi heilsutrupulleikar verða uppdagaðir í góðari tíð.
ANSNI Tilbúgving kann veita heilsukanningar til starvsfólk á stovnum og virkjum.
Kanningin umfatar vanliga:
- Blóðtrýst
- Blóðsukur
- BMI (vekt og hædd) og miðjumát
- Lungavirkni (Peakflow)
Kanningin verður framd av heilsustarvsfólki, undir trúnaði.