top of page

Call sentur

Í 2008 varð Call sentrið hjá ANSNI stovnað, og síðani tá hava vit fegin tikið ímóti uppringingum fyri okkara kundar. Okkara starvsfólk á Call sentrinum eru dugnalig, fyrikomandi og tænastusinnað, og vit leggja dent á at veita tær ta bestu tænastuna - lagað júst til tín tørv.

IMG_7400_s-e1687949740441.jpg

Hetta kunnu vit bjóða

Vit seta okkum inn í tykkara viðurskifti, og saman við tykkum finna vit besta leistin, so vit kunnu geva tykkara viðskiftafólkum ta bestu tænastuna. 

​

Vit eru livandi

Tykkara viðskiftafólk sleppa undan telefonsvararum og at vera aftast í bíðirøðini, men verða heldur møtt av eini fryntligari rødd.

​

Vit lata okkum í tykkara ham

Vit svara telefonini í tykkara navni. Við øðrum orðum fær viðskiftafólkið eina fatan av at tosa við júst tykkara fyritøku.

​

Vit svara alt samdøgrið

Vit eru klár at taka ímóti tykkara viðskiftafólkum - alt samdøgrið.

Hví brúka Call sentrið?

Tá ið tíni viðskiftafólk ringja til tín, so lat okkum taka telefonina fyri teg. Vit kunnu samskifta, leiðbeina og vera avgreiðandi millumliður millum fyritøkuna og viðskiftafólkini. Tað loysir seg, og her eru tríggjar orsøkir hví:

1

TÚ VEITIR TÍNUM VIÐSKIFTAFÓLKUM EINA BETRI TÆNASTU

Tá viðskiftafólk ringja til tína fyritøku, hava tey okkurt upp á hjarta. Tað, sum tá hevur týdning, er, at onkur tekur telefonina og lurtar eftir teimum. Tað ger ein telefonsvarari ikki, men tað gera vit. Hjá okkum eru ongar ósvaraðar uppringingar, og tú tryggjar somuleiðis, at viðskiftafólkið altíð endar í røttum hondum. ​

2

​TÚ FÆRT BETRI TÍÐ AT ​HUGSAVNA TEG
 

Fyritøkan hjá tær er í menning. Nýggir møguleikar standa fyri durum, og tá kann tað gerast ein avbjóðing at fáa tíðina at røkka. Tíni viðskiftafólk eru høgt í metum, og tú vilt tryggja, at tey altíð verða gingin á møti. Lat okkum hjálpa. Vit taka ímóti teimum – eisini uttan fyri arbeiðstíð.

3

VIÐSKIFTAFÓLKIÐ FER ALDRIN AT KENNA MUN

Viðskiftafólkið upplivir, at tað ringir til júst tína fyritøku. Tað stuttliga er, at tú hevur óivað tosað við okkum áður; hóast tú helt, tú tosaði við eina aðra fyritøku. Vit umsita nevniliga fleiri virkir og stovnar í landinum, enn fólk geva sær far um. 

Call Center Headset

Hvørjum er Call sentrið ætlað?

Flestallar fyritøkur hava eina telefonavgreiðslu. Tørvirnnir og viðurskiftini eru ymisk, hvørt tú rekur eina frisørsalong, eina skrivstovu ella ein verkstað. Vit eru altíð til reiðar at hjálpa tykkum, so tykkara viðskiftafólk við vissu fáa ta bestu tænastuna. Við øðrum orðum: Call-sentrið er ætlað øllum vinnurekandi og stovnum.

Modern Office Space

1 - 20 STARVSFÓLK

​

Tað kann verða møtumikið at reka telefontænastu, samstundis sum tú hevur annað arbeiði fyri hondum. Vit taka telefonina fyri teg. So kanst tú hugsavna teg um tað, tú ert best til.

Office Furniture

20 - 50 STARVSFÓLK

​

Um tit longu hava egna telefonavgreiðslu, men í stóran mun fáa fleiri afturvendandi spurningar, so kundi henda virðismikla arbeiðsmegin verið gagnnýtt á annan hátt. Latið okkum hjálpa viðskiftafólkum tykkara í fyrstu atløgu; og um vit ikki røkka til, so stilla vit um til tykkum.

Work Space

50+ STARVSFÓLK

​

Beinir telefonsvararin viðskiftafólkum tykkara á rætta stað, kunnu tey stundum troyttast, tá tey verða biðin um at trýsta á 1 ella 2 og síðani bíða við. Við okkum tryggjar tú, at viðskiftafólkið verður møtt av eini blíðari rødd - 24 tímar í samdøgrinum

Skriva til okkum

P/F ANSNI

Hoydalsvegur 63, 2. hædd

Postboks 1301

FO-110 Tórshavn

+298 60 60 60

Takk fyri boðini!

P/F ANSNI | Hoyvíksvegur 63, 2. hædd | 100 Tórshavn | +298 60 60 60

bottom of page