• Tryggleiki er at vita, at onkur ansar eftir tær


    Hanus Hansen - Reiðari, JFK

Vakt

Vilt tú tryggja teg á munadyggasta hátt og fyribyrgja, at skaðin hendir, kunnu vit veita tykkum VAKT, har okkara trygdarvørðar ansa eftir staðnum. Fyri at nøkta tín tørv, menna vit støðugt nýggjar vaktartænastur og laga verandi tænastur til.

Vinnuvakt


Vit kunnu gera munin at minka um og forða fyri skaða, við at ganga vakt á tínum virki ella stovni.

Dømi um vinnuvakt:

  • Ansað verður eftir, at hurðar eru læstar og vindeygu eru afturlatin
  • Ansað verður eftir, at óviðkomandi ikki eru á staðnum
  • Ansað verður eftir, at vatnskaði ikki ger um seg
  • Ansað verður eftir, at eldur ikki er í, og fyribyrgja vanda fyri hesum, m.a. við at sløkkja kaffimaskinur og líknandi el-tól
  • Ansað verður eftir, at køli- og frystirúm hava rætta kuldan.

Skipsvakt


Vit kunnu gera munin at minka um og forða fyri skaða umborð, tá skipið liggur inni.
Dømi um, hvat skipsvakt umfatar:

  • Ansað verður eftir, at skipið er væl bundið. Serlig atlit verða tikin í ringum veðri.
  • Ansað verður eftir, at óviðkomandi fólk ikki eru umborð
  • Ansað verður eftir, at skipið ikki tekur sjógv inn
  • Ansað verður eftir ávaringum frá ávaringarskipanini umborð
  • Ansað verður eftir eldi og eldsvandum

Tú ger sjálv/ur av, um tú vilt hava fasta vakt ella vitjandi vakt.

Føst vakt er, tá okkara vaktarfólk er staðbundið umborð, og javnan gongur eftirlitstúrar á skipinum.

Vitjandi vakt er, tá okkara vaktarfólk koyrir framvið skipinum og javnan fer umborð og ger eftirlitstúrar.

Vit leggja dent á at veita eina so góða trygdartænastu, sum til ber, og seta okkum gjølla inn í ávaringarskipanir og onnur viðkomandi viðurskifti umborð.

Trygd í havnum


Trygd í havnum er tænasta, ið hjálpir havnamyndugleikum og feløgum, ið hava virksemi í og á havnum, at lúka vaksandi trygdarkrøvini fyri havnir.

Trygdarkrøv til havnir verða støðugt herd. ANSNI hevur væl útbúgvin vaktarfólk, ið arbeiða við TRYGD Í HAVNUM. Okkara starvsfólk eru útbúgvin soleiðis, at tey lúka krøvini undir ISPS-reglugerðini.

Vit leggja dent á at veita bestu og munadyggastu tænastu.

Virðisflutningur


Virðisflutningur er tænasta, har vit, á tryggan og fullgóðan hátt, flyta og goyma virði fyri teg. Talan kann vera um pening, valuta, virðisbrøv, skjøl og annað.

Eisini kunnu vit veita tær trygdarvørð í fylgi, um tit sjálvi gera virðisflutningin.

Ferðsluvegleiðing

Ferðsluvegleiðing er tænasta , ið hjálpir tær at halda skil á ferðsluni við tiltøk, handilshús og onnur høvi.

ANSNI kann hjálpa tær frá ferðsluruðuleika. Vit leggja dent á, at okkara trygdarvørðar veita tær bestu tænastu, og eru starvsfólk okkara ílatin til at vera árvakin, hjálpsom og skynsom.

Salting móti hálku

Vit menna støðugt tænastur, sum kunnu betra um tína trygd. Tí kunnu vit nú eisini veita tænastuna SALTING MÓTI HÁLKU,, ið er tænasta, har okkara trygdarvørðar salta á økinum kring virki og stovnar, tíðliga á morgni, so tað gerst tryggari at koma til arbeiðis.

Trygd við tiltøk


Trygd við tiltøk er tænasta, ið hjálpir tær við trygdartilbúgvingini við tiltøk, so sum festivalar, konsertir v.m.

ANSNI kann hjálpa tær við at lúka krøvini til TRYGD VIÐ TILTØK. Vit hava serkunnleika innan TRYGD VIÐ TILTØK og veita holla ráðgeving um trygd og trygdarætlanir í sambandi við tiltøk. ANSNI røkir harumframt uppgávur so sum trygdarvørðar og ferðsluvegleiðarar við størri og minni tiltøk, so sum konsertir, veitslur, festivalar og onnur tiltøk.

Vit leggja dent á at veita tær bestu tænastu, og okkara starvsfólk eru ílatin til at vera árvakin, hjálpsom og skynsom.

Persónstrygd

Persónstrygd er tænasta, har vit ansa eftir trygdini hjá tí einstaka.

Hevur tú serligar gestir og vilt syrgja fyri, at teirra trygd er í besu hondum, eru vit hjá ANSNI ílatin til uppgávuna. ANSNI røkir uppgávur so sum at veita trygd til fótbóltslið, hondbóltslið, sangarar, tónleikarar, ráðharrar og aðrar V.I.P. gestir.

Vit eru til taks allan sólarringin og kunnu millum annað halda vakt við bústaðin hjá gestum tínum, leggja koyring í landinum til rættis og eftirkanna, at øki og rýmingarleiðir eru tryggar. Vit hava somuleiðis gott samstarv við aðrar trygdareindir. Vit samskipa okkara trygdarátøk við trygdareindir og fyriskiparar av tiltøkum, har gestir tínir vitja.

Aðrar tænastur


POSTHANDAN
Posthandan er tænasta, har ANSNI heintar postin fyri teg, úr post-smoguni. Tá tú møtir til arbeiðis um morgunin, hevur ANSNI lagt postin inn á skrivstovuna, so tú kanst nýta tína dýrabaru tíð á annan hátt.

FLAGGING
Ynskir tú at útveita uppgávuna at halda skil á flagg-døgum, og at flagga fyri títt virki ella stovn, so er hetta uppgáva, ið ANSNI frammanundan røkir fyri fleiri virki og stovnar. Okkara kundar siga, at hetta er sera ómakaleyst, og átaka vit okkum fegin hesa uppgávu fyri tykkum eisini.


  • Vit kunnu gera munin at minka um og forða fyri skaða, við at ganga vakt á tínum virki ella stovni.

    Dømi um vinnuvakt:

    • Ansað verður eftir, at hurðar eru læstar og vindeygu eru afturlatin
    • Ansað verður eftir, at óviðkomandi ikki eru á staðnum
    • Ansað verður eftir, at vatnskaði ikki ger um seg
    • Ansað verður eftir, at eldur ikki er í, og fyribyrgja vanda fyri hesum, m.a. við at sløkkja kaffimaskinur og líknandi el-tól
    • Ansað verður eftir, at køli- og frystirúm hava rætta kuldan.


  • Vit kunnu gera munin at minka um og forða fyri skaða umborð, tá skipið liggur inni.
    Dømi um, hvat skipsvakt umfatar:

    • Ansað verður eftir, at skipið er væl bundið. Serlig atlit verða tikin í ringum veðri.
    • Ansað verður eftir, at óviðkomandi fólk ikki eru umborð
    • Ansað verður eftir, at skipið ikki tekur sjógv inn
    • Ansað verður eftir ávaringum frá ávaringarskipanini umborð
    • Ansað verður eftir eldi og eldsvandum

    Tú ger sjálv/ur av, um tú vilt hava fasta vakt ella vitjandi vakt.

    Føst vakt er, tá okkara vaktarfólk er staðbundið umborð, og javnan gongur eftirlitstúrar á skipinum.

    Vitjandi vakt er, tá okkara vaktarfólk koyrir framvið skipinum og javnan fer umborð og ger eftirlitstúrar.

    Vit leggja dent á at veita eina so góða trygdartænastu, sum til ber, og seta okkum gjølla inn í ávaringarskipanir og onnur viðkomandi viðurskifti umborð.


  • Trygd í havnunm er tænasta, ið hjálpir havnamyndugleikum og feløgum, ið hava virksemi í og á havnum, at lúka vaksandi trygdarkrøvini fyri havnir.

    Trygdarkrøv til havnir verða støðugt herd. ANSNI hevur væl útbúgvin vaktarfólk, ið arbeiða við TRYGD Í HAVNUM. Okkara starvsfólk eru útbúgvin soleiðis, at tey lúka krøvini undir ISPS-reglugerðini.

    Vit leggja dent á at veita bestu og munadyggastu tænastu.


  • Virðisflutningur er tænasta, har vit, á tryggan og fullgóðan hátt, flyta og goyma virði fyri teg. Talan kann vera um pening, valuta, virðisbrøv, skjøl og annað.

    Eisini kunnu vit veita tær trygdarvørð í fylgi, um tit sjálvi gera virðisflutningin.

  • Ferðsluvegleiðing er tænasta , ið hjálpir tær at halda skil á ferðsluni við tiltøk, handilshús og onnur høvi.

    ANSNI kann hjálpa tær frá ferðsluruðuleika. Vit leggja dent á, at okkara trygdarvørðar veita tær bestu tænastu, og eru starvsfólk okkara ílatin til at vera árvakin, hjálpsom og skynsom.

  • Vit menna støðugt tænastur, sum kunnu betra um tína trygd. Tí kunnu vit nú eisini veita tænastuna SALTING MÓTI HÁLKU,, ið er tænasta, har okkara trygdarvørðar salta á økinum kring virki og stovnar, tíðliga á morgni, so tað gerst tryggari at koma til arbeiðis.

  • Trygd við tiltøk er tænasta, ið hjálpir tær við trygdartilbúgvingini við tiltøk, so sum festivalar, konsertir v.m.

    ANSNI kann hjálpa tær við at lúka krøvini til TRYGD VIÐ TILTØK. Vit hava serkunnleika innan TRYGD VIÐ TILTØK og veita holla ráðgeving um trygd og trygdarætlanir í sambandi við tiltøk. ANSNI røkir harumframt uppgávur so sum trygdarvørðar og ferðsluvegleiðarar við størri og minni tiltøk, so sum konsertir, veitslur, festivalar og onnur tiltøk.

    Vit leggja dent á at veita tær bestu tænastu, og okkara starvsfólk eru ílatin til at vera árvakin, hjálpsom og skynsom.

  • Persónstrygd er tænasta, har vit ansa eftir trygdini hjá tí einstaka.

    Hevur tú serligar gestir og vilt syrgja fyri, at teirra trygd er í besu hondum, eru vit hjá ANSNI ílatin til uppgávuna. ANSNI røkir uppgávur so sum at veita trygd til fótbóltslið, hondbóltslið, sangarar, tónleikarar, ráðharrar og aðrar V.I.P. gestir.

    Vit eru til taks allan sólarringin og kunnu millum annað halda vakt við bústaðin hjá gestum tínum, leggja koyring í landinum til rættis og eftirkanna, at øki og rýmingarleiðir eru tryggar. Vit hava somuleiðis gott samstarv við aðrar trygdareindir. Vit samskipa okkara trygdarátøk við trygdareindir og fyriskiparar av tiltøkum, har gestir tínir vitja.


  • POSTHANDAN
    Posthandan er tænasta, har ANSNI heintar postin fyri teg, úr post-smoguni. Tá tú møtir til arbeiðis um morgunin, hevur ANSNI lagt postin inn á skrivstovuna, so tú kanst nýta tína dýrabaru tíð á annan hátt.

    FLAGGING
    Ynskir tú at útveita uppgávuna at halda skil á flagg-døgum, og at flagga fyri títt virki ella stovn, so er hetta uppgáva, ið ANSNI frammanundan røkir fyri fleiri virki og stovnar. Okkara kundar siga, at hetta er sera ómakaleyst, og átaka vit okkum fegin hesa uppgávu fyri tykkum eisini.

Adblock Detected
Please consider supporting us by disabling your ad blocker